Met og heiðursmerki eisini fimta kvøld á Danish Open 2017

Danish Open 2017 er nú farið afturum, og kunnu vit staðfesta at føroyingar stóðu seg avbera væl á hesi stevnu, eisini hóast hon var avgerandi fyri eini rúgvu av úttøku hjá dønum. Hetta fimta kvøldið settu Róland og Signhild aftur met, umframt at Signhild vann gull í 200 rygg.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 5

  • Frans Johannessen (1992) 1:53.28 og nr 7 í 200 frí
    Besta tíð hjá honum er 1:49.79 frá Danish Open 2013
  • Magnus Jákupsson (1994) 55.37 og bronsu í 100 firvald
    Besta tíð hjá honum er 54.12 frá EJM í Antwerpen í 2012
  • Róland Toftum (1998) 29.43, føroyskt met og nr 5 í 50 bringu
    Hann átti sjálvur metið á 29.50 frá innleiðandi riðlunum í morgun
  • Signhild Joensen (2000), 2:14.01, føroyskt met og juniormet og gull í 200 rygg
    Hon átti sjálv metini á 2:15.69 frá innleiðandi riðlunum í morgun

Ger viðmerking