Signhild 29.59 og føroyskt met í 50 rygg

Signhild Joensen setti nú fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í A-finaluni á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,59 sekund. Hon átti sjálv metini á 29.98 frá innleiðandi riðlunum í morgun.

Tíðin hjá Signhild rakk til eitt 5. pláss í kappingini, nakrar tíggjundapartar aftanfyri bronsuna, og er hartil bara 7 hundraðpartar frá kravtíðini til HM í Budapest í summar. Ikki nógv at snakka um, tá ið hon í dag hevur betrað um metið og sína egnu bestu tíð við 59 hundraðpørtum. Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.