Met, met og gull til føroyingar, 4. dag á Danish Open 2017

Signhild Joensen setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langeil, Róland Toftum stórt nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, og Óli Mortensen vann gull í 1500 frí.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 4

  • Signhild Joensen (2000) 29.59, føroyskt met og juniormet og nr 5 í 50 rygg
    Hon átti sjálv metini á 29.98 frá innleiðandi riðlunum í morgun
  • Frans Johannessen (1992) 51.71 og nr 6 í 100 frí
    Besta tíð hjá Fransi er 51.06 frá DM í 2014
  • Róland Toftum (1998) 1:05.35, føroyskt met og nr 10 í 100 bringu
    Hann átti sjálvur metið á 1:06.24 frá innleiðandi riðlunum í morgun
  • Óli Mortensen (1994) 15:45.66 og gull í 1500 frí
    Besta tíð hjá Óla er 15:38.41 frá Danish Open 2016

Ger viðmerking