Nógvir føroyingar víðari til finalu eisini 3. dag á Danish Open 2017

Tey eru nú komin til triðja av fimm døgum á Danish Open 2017, og føroyingarnir koyra á. Signhild Joensen setti føroyskt met í 100 rygg, og eini fimm eru víðari til finalur seinnapartin, fýra av teimum til A-finalur.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 3

  • Róland Toftum (1998) 26.46 og nr 25 í 50 firvald – víðari til C-finalu
  • Sára R. Nysted (2001) 2:23.30 og nr 7 í 200 blandað – víðari til A-finalu
  • Magnus Jákupsson (1994) 26.26 og nr 1 í 50 rygg – víðari til A-finalu
  • Signhild Joensen (2000) 1:03.59 og nr 2 í 100 rygg – føroyskt met og víðari til A-finalu
  • Alvi Hjelm (1996) 4:36.65 og nr 4 í 400 blandað – víðari til A-finalu

Ger viðmerking