Gull og silvur til føroyingar á Danish Open 2017

Fyrsti dagur er farin afturum á Danish Open 2017, við rættiliga góðum úrslitum til føroyingar. Óli Mortensen vann silvur í 400 frí, og Magnus Jákupsson gull í 100 rygg. Hartil vórðu Róland Toftum og Alvi Hjelm nr 1 og 2 í C-finalu í 200 bringu.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 1

  • Óli Mortensen (1996) 3:57.61 og silvur í 400 frí
    Besta tíð hjá Óla er 3:56.76 frá Danish Open í fjør
  • Magnus Jákupsson (1994) 56.56 og gull í 100 rygg
    Besta tíð hjá Magnusi er 55.46 frá Danish Open í fjør
  • Róland Toftum (1998) 2:27.98 og nr 18 í 200 bringu
    Besta tíð hjá Rólandi er 2:23.72 frá RIG 2016
  • Alvi Hjelm (1996) 2:28.25 og nr 19 í 200 bringu
    Hetta var persónligt met í mun til 2:30.86 frá Lyngby Open 2017

Fyri Magnus Jákupsson er hetta fyrsta av tveimum stevnum har hann sum danskur svimjari kann kvalifisera seg til HM í Budapest í summar, og er næsti møguleiki á Stockholm Swim Open í apríl mánaða.

Fyri Óla, Róland og Alva galda føroysku treytirnar, har kravtíðarskeiðið er fram til og við FM á langgeil í Vági í mai mánaða, og umfatandi eisini stevnur sum Danish Open og Stockholm Swim Open.

Óli Mortensen er til nú hin einasti føroyingur afturat Páli Joensen sum hevur klárað kravtíð til HM í summar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.