Føroyingar víðari til finalur á Danish Open 2017

Fyrstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir á Danish Open í Bellahøj í morgun, og fingu vit í øllum førum nakrar føroyingar víðari til finalur. Óli Mortensen hevði næstbestu innleiðandi tíð av øllum í 400 metra frísvimjing, og Magnus Jákupsson 6. bestu í 100 rygg.

Føroyingar í finalu á Danish Open 2017 – Dagur 1

  • Óli Mortensen (1996) 4:01.44 og 2. bestu tíð í 400 frí – víðari til A-finalu
  • Magnus Jákupsson (1994) 58.99 og 6. bestu tíð í 100 rygg – víðari til A-finalu
  • Róland Toftum (1998) 2:28.88 og 19. bestu tíð í 200 bringu – víðari til C-finalu
  • Alvi Hjelm (1996) 2:29.91 og 21. bestu tíð í 200 bringu – víðari til C-finalu

Ger viðmerking