SSF kravtíðir til Oyggjaleikir 2009-2017

Leivur Frederiksen spurdi meg í 3-2 í gjár, hví einans 11 svimjarar kláraðu krøvini hjá okkum til Oyggjaleikir í Gotlandi í summar, í mun til 14 til Oyggjaleikir á Isle of Wight í 2011, og 15 til Oyggjaleikir á Jersey í 2015.

Tað er ein góður spurningur, sum ikki er heilt einfaldur at svara, serliga tí at har óivað eru fleiri orsøkir. Frá teimum heilt banalu, til teir ordiliga djúpu.

Men éin orsøk kann vera, at kravtíðirnar hjá okkum eru herdar rættiliga nógv, hesi seinastu árini. Eisini hóast tær í prinsippinum vera funnar á sama hátt, enntá við eini ávísari slaking í skipanini frá 2011 til 2015.

Kravtíðirnar hava verið funnar soleiðis:

  • Áland 2009: Veikasta heiðursmerkjatíð frá Rhodos 2007 (t.e. typiskt bronsa)
  • IOW 2011: Silvurtíð frá Álandi 2009
  • Jersey 2015: Meðaltíð av veikastu heiðursmerjatíð frá IOW 2011
  • Gotland 2017: Meðaltíð av veikastu heiðursmerkjatíð frá Jersey 2015

Hesi prinsipp hava givið fylgjandi kravtíðir:

Kvinnur

Grein

Áland 2009

IOW 2011

Jersey 2015

Gotland 2017

50 frí

00:27.73

00:26.91

00:27.04

00:26.81

100 frí

00:59.65

00:58.97

00:58.58

00:58.10

200 frí

02:06.42

02:05.75

02:05.01

02:04.85

400 frí

04:27.54

04:23.46

04:24.36

04:24.30

800 frí

09:10.50

09:15.68

09:07.86

09:06.46

1500 frí

50 rygg

00:31.82

00:31.24

00:30.80

00:30.47

100 rygg

01:07.14

01:04.97

01:04.95

01:04.49

200 rygg

02:21.70

02:21.30

02:20.03

02:19.05

50 bringa

00:35.36

00:34.82

00:34.12

00:33.22

100 bringa

01:16.04

01:15.04

01:13.33

01:11.66

200 bringa

02:44.38

02:39.72

02:38.79

02:37.73

50 firvald

00:30.32

00:29.11

00:29.41

00:28.95

100 firvald

01:06.86

01:04.88

01:04.38

01:03.46

200 firvald

02:22.69

02:22.58

02:22.27

02:20.86

100 blandað

01:08.15

01:07.40

01:06.35

200 blandað

02:24.94

02:22.36

02:23.06

02:20.95

400 blandað

05:03.34

05:00.11

05:00.42

05:00.62

Menn

Grein

Áland 2009

IOW 2011

Jersey 2015

Gotland 2017

50 frí

00:23.96

00:23.19

00:23.30

00:23.40

100 frí

00:53.71

00:50.41

00:50.86

00:50.37

200 frí

01:54.69

01:50.45

01:52.39

01:52.48

400 frí

04:06.15

03:52.56

04:01.45

04:01.41

800 frí

1500 frí

16:21.16

15:46.50

16:06.89

16:01.19

50 rygg

00:27.14

00:26.25

00:27.06

00:26.80

100 rygg

00:59.45

00:55.66

00:57.35

00:56.88

200 rygg

02:06.10

02:02.40

02:03.06

02:03.95

50 bringa

00:30.84

00:29.72

00:30.11

00:30.02

100 bringa

01:07.74

01:04.83

01:04.84

01:04.24

200 bringa

02:26.66

02:17.59

02:22.32

02:20.69

50 firvald

00:26.60

00:25.70

00:25.02

00:24.61

100 firvald

00:57.32

00:55.81

00:55.54

00:54.43

200 firvald

02:13.98

02:05.65

02:06.28

02:05.73

100 blandað

00:57.66

00:58.36

00:57.83

200 blandað

02:09.81

02:04.41

02:08.31

02:07.18

400 blandað

04:35.31

04:26.18

04:31.90

04:31.37

Eg vildi gjarna víst á kravtíðirnar til Oyggjaleikir á Rhodos í 2007 eisini, men finni tær ikki. Onkunstaðni stendur at kravtíðin hjá monnum í 50 firvald var 26.64, sum ikki passar við nakra heiðursmerkjatíð frá Hetlandi í 2005.

Um onkur veit hvussu tær vórðu roknaðar – ella enn betur hevur ein lista við teimum á – so sigið endiliga frá. So koma tær afturat 🙂

Ger viðmerking