Dómaraskeið í ÍSF-húsinum 20. mars 2017

Svimjisamband Føroya skipar nú í annaðkvøld hin 20. mars fyri dómaraskeiði frá kl 19 til 21 í ÍSF-húsinum, við yvirdómarar Dan Hjelm og Rúna Gaardbo sum undirvísarar. Hetta í sambandi við FM á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali komandi vikuskifti hin 24. til 26. mars 2017.

Skeiðið er fingið í lag eftir áheitan frá Havnar Svimjifelag, men er opið fyri øðrum svimjifeløgum eisini. Talan er um fyrsta og grundleggjandi dómaraskeiðið, til at kunna røkja uppgávur sum tíðtakarar og vendidómarar, har nortið tó verður við flestu lutir í døming á svimjistevnum.

Skeiðið tekur umleið 2 tímar, og er ókeypis. Áhugaði eru meira enn vælkomin at melda til, við at senda ein teldupost til [email protected]

Ger viðmerking