Óli 8:16.29 og gull í 800 frí á Edinburgh International Swim Meet 2017

Óli Mortensen vann í kvøld gull á Edinburgh International Swim Meet 2017, tá ið hann í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 8:16.29, klárt frammanfyri restini av teimum sum hann kappaðist ímóti. Tað var ein ókey góð tíð hjá honum, har hansara besta nakrantíð er 8:10.94 frá tá ið hann vann gull á Danish Open í fjør. Flott Óli!

Óli royndi seg eisini í 1500 frí í gjár, og vann har bronsu við 15:40.36, aftanfyri navnframu Stephen Milne á 15:16.25 og Jay Lelliott á 15:17.18. Tíðin hjá Óla er undir B-kravtíðina á 15:44.74 hjá FINA og SSF til HM í Budapest í summar.

Úrslitini síggjast her

Ger viðmerking