Væleydnað SSF-ráðstevna í Skálavík

Svimjisamband Føroya skipaði sum kunnugt fyri ráðstevnu nú í vikuskiftinum, fyri nevndarlimum í svimjifeløgum og sambandinum. Endamálið var at fáa fram hvat ið vit ynskja við føroyskari svimjing, og halda vit sjálvi at tað eydnaðist sera væl.

skalavik2017

Høvuðsparturin av ráðstevnuni var ein evnisdagur allan leygardagin, har vit undir leiðslu av sálarfrøðinginum Helga Rasmussen orðaðu stevnumið fyri, hvar vit kundu hugsað okkum at føroysk svimjing er um tíggju ár.

Hetta í skiftandi bólkum og við ymiskum arbeiðshættum, har niðurstøðurnar so hvørt vórðu feldar í eina felags framløgu. Høvuðstættirnir vóru hvar vit kundu hugsað okkum at SSF í 2027 er altjóða, innanlanda og skipanarliga.

Millum uppgávurnar vóru so til dømis spøl og smáir gongutúrar, har eitt afturvendandi tema var at finna onkran at ganga og umrøða evnini saman við, sum vit ikki annars ikki plaga at hava so nógv við at gera.

Afturat hesum høvdu vit fríggjakvøldið eina upptakt til kalendarafund, har undirritaði legði fram hvørjar ætlanir sum eru fastlagdar fyri komandi 1½ árið, og hópurin síðani viðgjørdi serliga møguliga dagfesting av okkara meistarastevnum.

Og leygarkvøldið høvdu vit so ein uppsamlandi fund, har tað fyrst varð viðgjørt og komið ásamt um at endurtaka tiltakið um eitt ár, og har vit síðani hoyrdu meira um ætlanirnar hjá starvsnevnd og landsliðsnevnd SSF.

Aftaná var hugnaløta og innbjóðing frá blíðum skálvíkingum til føroyskan dans í Kelduni. Og nú sunnumorgunin fóru vit so heim aftur.

Framløgan frá ráðstevnuni er send øllum luttakarum, og verður nú grundarlag undir framtíðar virksemi hjá Svimjisambandi Føroya. Orðaðu stevnumið eru rættiliga høg, men tó ikki verri enn at tað er vert at royna eftir teimum !

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

 

Ger viðmerking