Heiðursmerkir eisini triðja kvøld á RIG 2017

Føroysku svimjararnir megnaðu aftur í kvøld at vinna heiðursmerkir, tá ið síðsti stevnupartur varð avgreiddur á Reykjavík International 2017, nú við finalum í opna aldursbólkinum (t.e. allir aldursbólkar saman). Signhild Joensen úr Ægir vann silvur í 50 rygg, Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag gull í 50 bringu, Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag gull í 400 frí, Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu í 200 blandað, Signhild aftur silvur í 200 rygg og Sára bronsu, Ásbjørg Hjelm úr Ægir bronsu í 100 bringu, Jana B. Thomsen úr Ægir silvur í 200 firvald, og Róland aftur gull í 200 bringu har Rókur Trygvason úr Ægir vann bronsu. Hartil vann Magnus Jákupsson gull í 100 rygg og silvur í 100 firvald fyri Farum og Danmark.

Ger viðmerking