Sára 2:29.98 og føroyskt met í 200 firvald

Sára Ryggshamar Nysted setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:29.98. Sára átti sjálv nú farna føroyska føroyskt metið og juniormetið á 2:32.04, frá fyrstu føroysku meistarastevnu á langgeil í 2016. Sára er fødd í 2001, og svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Sára Nysted Firvald

 

Ger viðmerking