Pools for All eru 5 góð boð frá FINA uppá brúkiligar svimjihallir

FINA Pools for All er ein nýggj og sera áhugaverd verkætlan hjá FINA, at vísa 5 boð uppá burðardyggar svimjihallir sum á hvørjum sínum stigi kunnu hýsa FINA góðkendum stevnum, samstundis sum tær eru gjøgnumhugsaðar til eisini dagliga nýtslu. Fimta stigið er svimjihallir sum eru klárar til at hýsa HM og líknandi, meðan lægri stig eru fyrireikað til við fyribils útbygging at kunna víðkast til hetta.

Verkætlanin er so mikið nýggj, at vit kundu ikki fáa ella keypa tað annars sera áhugaverdu og rúgvismiklu bók, sum FINA hevði fingið framleitt til framvísing á World Aquatic Convention 2016. Men tað sá sera gott út, har tey fimm uppskotini til svimjihallir vóru nágreinaðar út í æsir, við støði í hvussu nógvar brúkarar sum høllin skuldi røkja. Minsta høllin minnti nakað um tær sum vit í dag hava í Havn og Klaksvík, meðan Vágshøll var umleið á triðja stigi … klár til at hýsa FINA góðkendum stevnum á langgeil, um enn ikki EM og HM.


Sí http://fina-poolsforall.com/ og poolsforall_brochure.pdf

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.