Sára 2:21.23 í 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag royndi seg fyri løtu síðani í 200 blandað, her á HM á stuttgeil 2016 í Windsor í Kanada. 

Hon hevði ta ótakknemligu uppgávu at skula svimja á geil 0, sum á pappírinum spakuligasti svimjari í riðlinum, og vísti tað seg tíverri at síggjast aftur í svimjingini eisini.

2:21.23 er rættiliga fitt frá hennara føroyska meti á 2:16.52, um enn so skjótt sum bara hon, Poula Ø. Mohr og Elspa Mørkøre nakrantíð hava svomið, tá ið vit hyggja at føroyskum svimjarum av kvennkyni.

Nú er HM á stuttgeil so liðugt hjá Sáru, og bíða vit bara eftir at teir báðir Óli og Pál skulu royna seg í 1500 frí. 

Hendan stevna hevur verið ókey væleydnað, tá ið vit hugsa um at Sára mikudagin setti stórt juniormet í 100 frí, og at Óli setti persónligt met í 200 frí. Men, tað hevði sjálvsagt verið frálíkt at fingið ein góðan avslutning á longsta teininum. Vit fáa at síggja.

Ger viðmerking