Sára 1:05.10 í 100 blandað

Vit úr Føroyum eru nú liðug við triðja dag her á HM á stuttgeil 2016, har Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag skuldi royna seg í 100 blandap. Tað gekk ókey, um enn Sára nokk ætlaði at fara eftir metunum.

Tíðin 1:05.10 er hin triðbesta hjá Sáru nakrantíð, og heilt nær juniormetinum hjá henni á 1:04.93, frá JM/MU í Klaksvík í apríl mánaða. 

Um vit samanbera við hinar svimjararnar í riðlinum, so dragnaði Sára fyrst eitt vet í firvald, og misti so nakað meira í vendingini frá firvald til rygg, áðrenn hon kom sterkt aftur í serliga bringu og crawl, til at enda við at vinna riðilin.

Poula Ø. Mohr eigur føroyska metið á 1:03.78, frá FM á stuttgeil í 2013. Sára endaði sum nr 33 av 61, her á HM á stuttgeil 2016.

Ger viðmerking