Sára 57.43 og føroyskt juniormet í 100 frí

​Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon á HM á stuttgeil í Windsor svam 100 frí uppá 57.43 sekund. Guðrun Mortensen átti nú farna juniormetið á 57.62, frá FM á stuttgeil í 2013. Og Sára var hartil bara 2 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, sum er 57.41 frá DM á stuttgeil í 2007. Til lukku Sára !

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.