Varlig byrjan uppá HM á stuttgeil 2016

Nú hava føroysku svimjararnir roynt seg í fyrstu innleiðandi riðlum, her á HM á stuttgeil 2016 í Kanada, og tað kundi hava gingið betri. Pál og Óli royndu seg í 400 frí, og Sára í 200 frí.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag var fyrstur at royna seg, í riðli har hann lá til at verða ein av teimum skjótastu. Hann legði varliga út, men svam seg so líðandi inn aftur í kappingina, til 3:52.26 og eitt 6. pláss í riðlinum, ella nr 46 av øllum 72 luttakandi. Besta tíð hjá Óla er 3:50.06, frá stevnu í Svøríki í oktober.

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag var so næstur, og sá hann mest út til at svimja ‘pace’ sum fyrireiking til 1500, seinni í vikuni. Dragnaði eitt sindur beinanvegin, og dragnaði so meira so hvørt, til 3:50.95 og síðstapláss í sínum riðli, ella nr 44 av teimum 72 luttakandi. Besta tíð hjá Páli er hansara føroyska met á 3:40.12, frá EM í Istanbul í 2009.

Í sama riðli var eisini Frans Johannesen, sum er føroyingur ið svimur fyri Danmark. Hann svam teir 400 uppá 3:45.56, har hansara besta tíð nakrantíð er 3:44.68, frá EM í Stettin í 2011. Frans endaði sum nr 22 av teimum 72 luttakandi.

Í næstfylgjandi kapping royndi Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg, í 200 frí á geil 0 ytst í riðli 6. Hon legdi út við at fylgja hinum 9, men helt hetta tíverri ikki til longur enn umleið 100 metrar, til hon mátti sleppa og endaði síðst í sínum riðli, við tíð 2:07.41 og plasering sum nr 56 av teimum 84 luttakandi. Besta tíð hjá Sáru er hennara føroyska met á 2:02.60, frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015.

At enda royndi Magnus Jákupsson seg i 100 rygg, ið er fyrrverandi føroyskur svimjari sum í 2012 valdi at skifta til Danmark. Tað gekk tíverri eisini so sum so, har hann vid tíðini 53.89 varð nr 9 og síðst í sinum riðli. Besta tíð hjá Magnusi er 51.75, frá DM á stuttgeil i 2013.

Saman um tikið ikki tær heilt stóru skreytir, sum føroysku svimjararnir vístu nú á fyrsta degnum á HM á stuttgeil 2016. Men, vikan er long, og nú eru vit í gongd. Pál og Óli skulu royna seg í eisini 200 og 1500 frí, meðan Sára skal royna seg eisini í 100 og 200 blandað, og í 100 og 400 frí. Lagið hevur verið avbera gott til nú, og so mugu vit bara síggja hvussu tað fer at ganga við at fáa tað at rigga heilt gott í hylinum eisini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.