Útlit til heiðursmerkir á NM/NJM 2016

Startlistin til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2016 sæst nú her, har eisini føroyingar tykjast at fara at kunna gera seg galdandi.

Stevnan verður fyriskipað av danska svimjisambandinum í Kolding í Danmark frá 9. til 11. desember 2016, við luttøku av eisini 19 føroyskum svimjarum.

Og hóast tað sum altíð sær út til at verða eina sera hørð kapping, so eru útlit til at til dømis Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir fara at kunna taka heiðursmerki í ávikavíst 1500 frí og 200 rygg, og at til dømis Vár E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir eisini fara at kunna verða við í kappingini um heiðursmerkir í sínum greinum.

Slotsøbadet í Kolding hevur 8 geilir í kappingarhylinum, og verða tað tí eisini 8 pláss í finalunum um kvøldið, har vit út í frá startlistunum einari 13 ferðir telja føroyingar millum tey fyrstu 8 í kappingum, og einar 20 ferðir føroyingar millum tey fyrstu 10. Summir kjansir eru sjálvsagt væl størri enn aðrir, og hartil eru ein rúgva av føroyskum tilmeldingum afturat.

  • Signhild Joensen (2000) Ægir 2:05.08 og nr 8 í 200 frí (NJM)
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:12.58 og nr 7 í 100 bringu (NM)
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 1:02.86 og nr 8 í 100 rygg (NJM)
  • Markus Joensen (1996) HS 24.83 og nr 10 í 50 firvald (NM)
  • Rókur Trygvason (2000) Ægir 2:11.70 og nr 10 í 200 blandað (NJM)
  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 2:04.88 og nr 9 í 200 blandað (NM)
  • Vár E. Eidesgaard (2001) HS 8:54.23 og nr 4 í 800 frí (NJM)
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998) HS 15:35.23 og nr 1 í 1500 frí (NM)
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 57.76 og nr 9 í 100 frí (NJM)
  • Vár E. Eidesgaard (2001) HS 1:03.67 og nr 8 í 100 firvald (NJM)
  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 4:21.26 og nr 4 í 400 blandað (NM)
  • Markus Joensen (1996) HS 25.51 og nr 9 í 50 rygg (NM)
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 2:13.11 og nr 3 í 200 rygg (NJM)
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 2:38.14 og nr 4 í 100 bringu (NM)
  • Rókur Trygvason (2000) Ægir 2:24.03 og nr 10 í 200 bringu (NJM)
  • Róland Toftum (1998) SuSvim 2:19.37 og nr 10 í 200 bringu (NM)
  • Vár E. Eidesgaard (2001) HS 4:20.90 og nr 4 í 400 frí (NJM)
  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 3:55.66 og nr 4 í 400 frí (NM)
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998) HS 3:56.68 og nr 5 í 400 frí (NM)
  • Jana B. Thomsen (2000) Ægir 2:22.64 og nr 8 í 200 firvald (NJM)

NM/NJM 2016 hevur eina Facebook-síðu her

Ger viðmerking