So er tað (skjótt) HM á stuttgeil 2016

Nú týsdagin hin 6. desember byrjar HeimsMeistarastevnan á Stuttgeil 2016, í kanadiska býnum Windsor nær Detroit í USA. Úr Føroyum luttaka tríggir svimjarar, og byrjar ferðin hjá tí eina í dag, meðan hinir báðir koma afturat í kvøld og í morgin. 

Føroyski hópurin eru Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Sára venur í Vági, og hinir báðir vegna lestur í Keypmannahavn.

Afturat teimum eru venjari Jón Bjarnason og ferðaleiðari Anita Ryggshamar Nysted, og so undirritaði formaður í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu. 

Altjóða svimjisambandið stuðlar okkum fíggjarliga til at senda 3 svimjarar og 3 venjarar/leiðarar til hetta HM umframt atknýttu venjara- og leiðara-ráðstevnuna, og brúka vit tí eisini hendan stuðul fult út, til at fáa fíggjarorkuna hjá Svimjisambandi Føroya at røkka sum longst.
Vit eru sim vant rættiliga væl útgjørd við amboðum at senda tíðindi heim, og kunnu tit tí vænta at frætta nógv meira hesa næstu 10 dagarnar ella so, frá HM umframt NM/NJM sum byrjar um góða viku.

Ger viðmerking