Atlantic Airways stuðlar svimjingini

Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic, og undirritaði SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum, til eitt prát og undirskriving av nýggja sáttmálanum.


Vit í SSF fegnast um avtaluna við Atlantic, sum hava stuðlað okkum fíggjarliga síðani í øllum førum 2006, og eisini praktiskt tær mongu ferðir sum vit hava haft brúk fyri hjálp í sambandi við uttanlandaferð. Stuðlar eru ein fortreyt fyri virkseminum hjá Svimjisambandi Føroya, og er tað tí kærkomið at hava ein dyggan stuðul sum Atlantic.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking