Helena lat hjartastartara til Páls Høll

Helena Hergeirsdóttir vann Gekkin seinast, og hjartagóð sum hon er, var eitt tað fyrsta hon gjørdi, at ringja til Sørin S. Djurhuus í Svimjisambandi Føroya, eftir einum hjartastartara til tað eina arbeiðsplássið hjá sær. Hon arbeiðir eisini í Barnagarðinum í Vági.

Sum skilst, so ætlaði Helena sjálv at bara lata tað fara framvið, uttan nakað hóvasták. Men lukkutíð vóru tað onnur sum imponeraðust, og varð hetta tí ein søga sum vit hervið sluppu at fortelja.

Tey har suðuri heilsa, at tey eru ovurfegin um gávuna.

Myndina hevur Jón Bjarnason tikið, av Helenu og hallarleiðaranum Sigurð Marner Simonsen í Páls Høll.

Ger viðmerking