Úttøka til HM á stuttgeil 2016

Kunning vegna SSF

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Windsor í Kanada frá týsdegi 6. til sunnudag 11. desember 2016.

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag

Ferðaleiðarar verða Anita Ryggshamar Nysted og Rókur í Jákupsstovu

Venjari verður Jón Bjarnason

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking