Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á DM á stuttgeil 2016

Nú eru næsti finalupartur um at vera liðugur á DM á stuttgeil 2016 í Esbjerg, og sóu vit aftur føroyingar taka heiðursmerki, umframt at Magnus og teir í Farum settu danskt seniormet í 4×50 blandað.

Magnus Jákupsson vann hartil gull saman við Farum Guns í 4×50 blandað, har teir settu dansk seniormet á 1:37.29, meðan Frans Johannesen vann silvur við Triton Herrer, og Markus Joensen bronsu við Lyngby Herrer.

Og, Magnus og hansara Farum Guns vunnu eisini gull í 4×100 frí, við nýggjum donskum seniormeti á 3:15.10.

Ger viðmerking