Startlisti til HS-stevnuna 19. og 20. november 2016

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 19. og sunnudagin 20. november, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er síðsti kjansur at klára kravtíð til NM/NJM 2016 í Kolding, og til HMS 2016 í Kanada, umframt næsti kjansur av fýra til at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017 í Gotlandi.  

Tey í Havnar Svimjifelag hava keypt Live Timing til hesa stevnu, sum merkir at úrslitini fara at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se, umframt startlistarnir her og upplisting av úrslitum her.

Ger viðmerking