Føroyingar í finalu á DM á stuttgeil 2016

Fyrstu riðlar eru nú avgreiddir á DM á stuttgeil 2016, og gekk tað har heilt væl hjá føroyingum bæði við føroyskum og donskum svimjitjóðskapi.

  • Í 100 blandað varð Magnus Jákupsson nr 5 við 56.39, og er tí í A-finalu seinnapartin
  • Í 200 rygg varð Alvi Hjelm nr 11 við 2:06.72, og er tí í B-finalu seinnapartin
  • Í 50 bringu varð Frans Johannessen nr 5 við 27.88, og er tí í A-finalu seinnapartin
  • Í 100 frí varð Frans Johannessen nr 7 við 49.60, og er tí í A-finalu seinnapartin
  • Í 400 frí varð Silja Nielsdóttir Hansen nr 12 við 4:27,91, og er tí í B-finalu seinnapartin
  • Í 800 frí hevur Óli Mortensen næstbestu tilmeldingartíð av øllum, og er tí í skjótasta riðli seinnapartin

Stutt sagt sær tað út til, at allir føroyingar komu víðari til finalur, í øllum tí tey luttóku í.

Hartil verða tað liðsvimjingar í 4×50 frí hjá kvinnum og 4×100 blandað hjá monnum, og kann tað tá væl hugsast at onkur føroyingur skal brúkast har eisini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.