Úrslit frá FOMM 2016

Her eru úrslitalistarnir frá Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2016, sum var í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 12. november. Hetta var sjeyndu ferð at mastersnevndin hjá Svimjisambandi Føroya saman við Ægir og høllini í Klaksvík skipaði fyri hesum FM fyri ‘oldboys’ og ‘oldgirls’, síðani fyrsta stevna var í 2010.

Tilsamans vóru tey 31 svimjarar og 6 liðsvimjingar úr 3 feløgum, sum kappaðust 106 ferðir í 17 kappingum. Myndir koma seinni í dag

Ger viðmerking