Útlit til føroysk heiðursmerki á DM á stuttgeil 2016

Danir skipa 17. til 20. november fyri árligu donsku meistarastevnuni á stuttgeil, har eisini føroyingar fara at luttaka. Og tað sær bara heilt gott út, sambært startlistanum.

  • Magnus Jákupsson (1994, DEN) hevur bestu tilmeldingartíð í 50 og 100 rygg, og triðbestu í 100 blandað
  • Frans Johannesen (1992, DEN) hevur bestu tilmeldingartíð í 400 frí, og triðbestu í 50 bringu
  • Óli Mortensen (1996, FAR) hevur bestu tilmeldingartíð í 1500 frí, og næstbestu í 800 frí
  • Alvi Hjelm (1996, FAR) hevur bestu tilmeldingartíð í 400 blandað

Aðrir svimjarar finnast eisini á listanum, sum so ella so hava føroyskar røtur. Markus Joensen hevur sambært startlistanum er eina styrkismeting sum m.a. nr 26 í 50 firvald, og Silja Nielsdóttir Hansen hevur eina styrkissmeting sum m.a. nr 8 í 800 frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.