Rok í brasilska svimjisambandinum

Forsetin og varaforsetin í brasilska svimjisambandinum vórðu herfyri koyrdir frá, saman við øðrum mistonktum, sum partur av eini kanning av møguligum fíggjarundandrátti og sviki við almennum pengum. Og nú hevur brasilska svimjisambandið so mikið trupult við at handfara sínar bankakontur og líknandi, at tey noyðast at útseta brasilsku meistarastevnurnar í svimjing, havsvimjing, vippulopi, vatnpolo og synkronsvimjing. Lesið Inside the Games

Ger viðmerking