Pál 15:19.65 og bronsu í 1500 frí á North Sea Swim Meet 2016

Pál Joensen kappaðist í dag á North Sea Swim Meet í Stavanger, og vann har bronsu við tíðini 15:19.65, aftanfyri týska Florian Wellbrock á 14:54.45 og norska Erik Årsland Gidskehaug á 14:56.18.

Teir tríggir fylgdust rættiliga væl teir fyrstu umleið 600 metrarnar, áðrenn Pál mátti sleppa hinum báðum. Norðmaðurin royndi eftir eini norskari kravtíð á 15:02 ella har á leið, til at kunna kvalifisera seg til HM í Kanada, nú desember, meðan týskarin tykist at svimja meira taktiskt, við at fylgja við og so taka hin í spurtinum. Aftanfyri Pál var longri aftur, til tveir ungar sveisarar sum endaðu Fabian Meeusen á 15:47.83 og Fabio Isteri á 15:48.13.

Finalan sæst ímóti endanum á hesi video, frá 01:50.00 ella har á leið …

úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.