Pál til North Sea Swim Meet 2016

Pál Joensen fer nú í vikuskiftinum at kappast á North Sea Swim Meet 2016 í Stavanger, við góðum kjansi at vinna heiðursmerki í 400 og 1500 metra frí. Sí startlistan her. Norðmenn fara at stroyma beinleiðis her á Livestream.com, og hartil er live timing her á medley.no. Sí eisini northseaswimmeet.com

Pál skuldi eftir ætlan fáa skarpan gang frá norska langteina-fenomeninum Henrik Christiansen, men er hesin nú tíverri raktur av búksjúku, júst afturkomin av hæddarlegu í Arizona. Sí tv2.no. Men har er tó onkur annar skjótur harri enn bara Pál, so sum týski Florian Wellbrock, ið hevur tilmeldingartíð 14.35,79 í 1500 frí (á stuttgeil).

North Sea Swim Meet hevur eisini eina Facebook-síðu her.

Image courtesy of the North Sea Swim Meet

Ger viðmerking