Pál 15:27.47 og gull í 1500 frí á Aachen ISF 2016

Pál Joensen royndi seg í vikuskiftinum á Aachen International Swimming Festival 2016 í Týskalandi, og vann har gull í 1500 metra frísvimjing, umframt bronsu í 400 metra frísvimjing.

Úrslitalistarnir kunnu síggjast her á asv06.de. Kappast varð á stuttgeil, har Pál sum nevnt vann gull við 15:27.47 í 1500 frí, umframt bronsu í 400 frí við 3:55.74. Pál royndi seg eisini í 100 metra bringusvimjing, og varð har nr 10 við 1:03.92.

Ger viðmerking