Dagførdir lívbjargarar á Toftum

Hóskvøldið 13. oktober skipaðu Rúni Gaardbo og Pálin Olsen fyri lívbjargingarroynd á Toftum, sum venjarar hjá svimjifelagnum FLOT og lívbjargingardómarar hjá Svimjisambandi Føroya. 8 fólk fingu nýggj ella dagførd lívbjargingarprógv, umframt at Rúni lat fyrstaliðið royna seg í lívbjarging eisini, sum liður í teirra venjing.

Tey sum fingu prógv vóru Hansa Maria Hansen, Joanna Hansen, Petur Hans Hansen, Jóhannus Hansen, Jákup Hansen, Jackie Zachau, Borgar Hansen, Rasmus Hansen, Joan Kristina í Jákupsstovu og Rókur í Jákupsstovu. Summi sum venjarar hjá FLOT, onnur sum lívbjargarar hjá svimjihøllini á Toftum, og onkur kanska eisini mest av áhuga.

Á kantinum var hartil Sørin S. Djurhuus, sum er dómara-dómari hjá Svimjisambandinum, tað vil siga tann sum undirvísir og gevur prógv til lívbjargingardómararnar. Hansara uppgáva hetta kvøldið var sum hann sjálvur sigur tað, at tryggja at lívbjargingarroyndin er so mikið eins runt landið, at tað ikki skal loysa seg at fara til ein ávísan lívbjargingardómara.

Til ber at lesa um lívbjargingarroyndina her á ssf.fo, og um lívbjargingarátakið hjá SSF her. Svimjisambandið er í løtuni í ferð við at styrkja enn meira um hetta átak, við at fáa formligar avtalur við svimjihallir og onnur sum hava tørv á eini skipan, til at tryggja nøktandi lívbjarging tá ið svomið verður í svimjihallum.

Eftir ætlan eru tey væl fleiri sum skulu taka og endurnýggja síni prógv á Toftum, men vóru tað so hesi sum tóku tað hendan dagin. Prógvið skal endurnýggjast á hvørjum ári, tí at tað líka nógv er ein likamlig roynd, at prógva at ein er førur fyri at bjarga einum svimjara í neyð í viðkomandi svimjihøll.

Her eru nakrar myndir frá kvøldinum í gjár

Annars er tað sera áhugavert fyri okkum amatørar, ið helst vóna ongantíð at fáa brúk fyri hesum, at taka lívbjargingarprógv hjá og saman við fólki sum hava veruligar royndir við lívbjargandi fyrstuhjálp.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.