Heiðursmerkir til Magnus og Óla eisini 2. dag á Swedish Swim Festival 2016

Næstu dagur á Swedish Swim Festival varð avgreiddur nú sunnudagin hin 9. oktober, og gekk tað aftur heilt væl hjá svimjarunum úr Føroyum. Magnus Jákupsson vann gull í 50 rygg, meðan Óli Mortensen vann silvur í 1500 frí.

Í 50 rygg vann Magnus Jákupsson greitt gull við 24.68, har danski Daniel Skaaning vann silvur við 25.03 og svenski Axel Pettersson bronsu við 25.70.

Í 1500 frí vann Óli Mortensen silvur við 15:14.46, har svensku Victor Johannsson og Adam Paulsson vunnu ávikavíst gull og bronsu við 15:09.87 og 15:35.97. Løtu seinni royndi Óli seg so eisini í 200 frí, og varð har nr 8 í finaluni við 1:53.65, umframt nakað seinni aftur at verða nr 4 í 100 firvald við 56.42.

Alvi Hjelm royndi seg eisini í 200 frí, og varð har nr 23 við 1:55.52, fyri so nakað seinni at verða nr 11 í 200 blandað við 2:07.30, og nr 10 í innleiðandi 200 rygg við 2:08.60. Hann slapp so at royna seg í finaluni eisini í 200 rygg, og varð har nr 8 við 2:07.92.

Øll úrslitini kunnu síggjast her á livetiming.se

Óli og Alvi fara nú meira ella minni beinleiðis á venjingarlegu við Hovedstadens Svømmeklub í Bulgaria, at venja fram ímóti avbjóðingunum í vetur.

Ger viðmerking