Heiðursmerkir til Magnus og Óla á Swedish Swim Games 2016

Fyrsti stevnupartar vórðu í dag fyriskipaðir á Swedish Swim Games 2016 í Upplands Väsby, har millum annað Magnus Jákupsson, Óli Mortensen og Alvi Hjelm skuldi royna seg. Og tað gekk bara heilt væl frá teimum, tí Magnus vann 2 gull og Óli eina bronsu, umframt at Alvi svam seg til eitt 4. pláss.

Í 100 rygg vann Magnus Jákupsson greitt gull við tíðini 53.15, frammanfyri svensku Petter Fredriksson á 54.56 og Axel Pettersson á 54.75. Og í 100 blandað vann Magnus gull við 54.37 frammanfyri danska Daniel Skaaning á 54.80 og svenska Robin Andréasson á 57.03.

Í 400 frí vann Óli Mortensen bronsu við 3:50.03, aftanfyri svensku Adam Paulsson á 3:48.44 og Victor Johansson á 3:49.57. Hann royndi seg eisini i 100 frí, nakað áðrenn 400-metrar innleiðandi, og varð har nr 21 við tíðini 52.51. Tíðin í 400 frí var stórt persónligt met í mun til hansara 3:52.16 frá HM í Doha í 2014, meðan hann í 100 frí hevur svomið 51.81 á FM 2016.

Og í 400 blandað varð Alvi Hjelm nr 4 við 4:25.30, aftanfyri svensku Adam Paulsson á 4:15.27, William Lulek á 4:23.39 og Linus Kanth á 4:24.27. Hann royndi seg eisini í 100 rygg, og varð har nr 18 við 1:01.18, umframt at hann í 100 blandað varð nr 22 við 1:01.33. Alvi hevur fyrr svomið 4:21.26 í 400 blandað, tá ið hann vann bronsu á NM 2015, meðan hann í 100 rygg hevur svomið 58.10 og í 100 blandað 58.03.

Úrslitini síggjast her á livetiming.se

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.