Óli, Alvi og Magnus til Swedish Swim Games 2016

Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Magnus Jákupsson fara nú í vikuskiftinum at kappast á Swedish Swim Games 2016, sum limir í hópunum hjá Hovedstadens Svømmeklub og Farum Svømmeklub. Startlistarnir síggjast her, har Óli m.a. verður styrkismettur til eitt bronsuheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing, Alvi til eitt fjórðapláss í 400 blandað, og Magnus til gull í 50 og 100 rygg, umframt bronsu í 100 blandað.

Óli er sum kunnugt úr Havnar Svimjifelag og Alvi úr Ægir, men fluttu teir nú miðnámsskúla til Keypmannahavnar at lesa, og at venja á besta liðnu hjá Hovedstadens Svømmeklub. Og tað gongur sum skilst væl, har Óli m.a. varð ‘klubbmeistari’ á innanhýsis stevnu herfyri.

Teirra felag kappaðist eisini á stevnu ímóti Kvik Kastrup og VAT herfyri, har Hovedstaden endaði sum nummar tvey. Tíðir haðani vóru t.d. Óli 3:54.55 í 400 frí og 2:05.10 í 200 firvald, og Alvi 2:21.39 í 200 bringu og 4:26.33 í 400 blandað, báðir í tungari venjing.

Magnus Jákupsson flutti sum kunnugt niður í 2011, og skifti so eisini svimjitjóðskap í 2013, frá at vera føroyingur til at vera dani. Hann venur í Farum Svømmeklub.

Sviar ætla sær at stroyma frá stevnuni nú í vikuskiftinum, á livetiming.se/superlive

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.