Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Svimjiárið 2016/2017 byrjaði av sonnum við einum braki her heima, tá ið ungi vágbingurin Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag í morgun setti stórt nýtt føroyskt juniormet, við at svimja 50 metra bringusvimjing uppá 29.00 sekund. Hetta á svimjistevnu í Gundadali sum Havnar Svimjifelag skipar fyri.

roland-i-havn

Besta tíð hjá Rólandi var hansara føroyska juniormet 29.07 áðrenn hetta, og fer hann við tíðini 29.00 nú framum Pál Joensen á listanum yvir bestu føroysku úrslit nakrantíð í hesi grein, har tíðin hjá Páli er 29.05. Og Róland hevur nú næstbestu tíð nakrantíð, aftanfyri Paula Ø. Mohr sum á HS-stevnu í apríl í 2012 setti enn galdandi føroyska metið á 28.87 sekund.

One thought on “Róland 29.00 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu”

Ger viðmerking