Teldusníkar leka enn meira WADA dáta, umfatandi eisini Jeanette Ottesen

Russiskir teldusníkar hava nú lagt út ein triðja bunka av WADA dáta, umfatandi 11 íðkarar afturat sum luttóku á OL í Rio. Her í millum eru svimjararnir Siobhan-Marie O’Connor úr Írlandi, Mireia Belmonte Garcia úr Spania og Jeanette Ottesen úr Danmark. Danska svimjisambandið hevur lagt út eitt pressuskriv her, sum greiðir frá støðuni hjá Jeanette Ottesen, við denti á at talan altso ikki er um at hon hevur gjørt nakað ólógligt, ella sum á annan hátt ger seg inn á antidopingreglurnar hjá WADA. Sí eisini pressuskriv frá WADA.

Ger viðmerking