Ryan Lochte fær 10 mánaðar bann fyri rokið í Rio

Amerikansku miðlarnir TMZ og USA Today siga seg vita, at Ryan Lochte fer at fáa 10 mánaðar bann frá allari svimjing, íroknað HM á stuttgeil nú í desember, og HM á langgeil í Budapest komandi summar. Hetta skal vera bann frá altjóða olympisku nevndini IOC, amerikansku olympisku nevndini USOC og amerikanska svimjisambandinum USA Swimming.

Trupulleikin er sjálvsagt handan hendingin í Rio, har Lochte saman við trimum øðrum amerikanskum svimjarum rótaðu seg út í okkurt klammarí í Rio, tí teir onkunsvegna gjørdu seg inn á eina bensinsstøð, við at pissa á veggin og annað, og har Lochte so síðani valdi at gera søguna til at falskir løgreglumenn høvdu rænt pengar frá teimum, við at steðga teirra taxa og millum annað halda ein pistól upp ímóti pannuni á Lochte.

Hinir tríggir fáa eftir øllum at døma eisini eitt bann, sum tó verður stytri enn tað hjá Lochte.

Ger viðmerking