Beinleiðis stroyming frá Paralympisku Leikunum í Rio

So er tað í dag kl 22:15 føroyska tíð, at setanarhátíðin til Paralympisku Leikir 2016 byrjar, í Rio de Janeiro. Og tað fer at bera væl við at fylgja við føroysku Kristu Mørkøre og restini, tí IPC hevur valt at stroyma meira ella minni alt beinleiðis á síni DailyMotion rás, umframt á YouTube, íroknað setanar- og endahátíð, og alla svimjistevnuna.

Her verður setanar- og endahátíð stroymað

http://dai.ly/x4lqosu

Og her er rásin ið stroymar svimjistevnuna í Rio

http://dai.ly/x4lv90k

Eisini Føroyar eru umboðaðar, við ÍSB-svimjaranum Kristu Mørkøre úr Ægir.

Hon er tilmeldað í hesum greinum:

  • 50 frí innleiðandi 9. sep kl 10:20 lokala tíð, 14:20 í Føroyum
  • 100 frí innleiðandi 13. sep kl 10.26 lokala tíð, 14:22 í Føroyum
  • 400 frí innleiðandi 15. sep kl 10.14 lokala tíð, 14:14 í Føroyum

Her eru viðkomandi stroymingar á YouTube

Sí annars paralympic.org, ið sjálvsagt ger nógv burtur úr leikunum, umframt isb.fo

Ger viðmerking