Óli næstskjótastur av øllum á Christansborg Rundt 2016

Óli Mortensen vann í dag silvur á Christiansborg Rundt 2016, sum næstskjótasti svimjari av øllum teimum umleið 3300 sum luttóku á 2 kilometra teininum, í kanalunum runt stjórnarbygningin í Keypmannahavn. 

Hann var bara 8 sekund aftanfyri vinnaran Matej Kozubek úr Kekkia, við 22:38 í mun til 22:30, meðan danski Marcus Krøyer Svendsen vann bronsu við 23.35.

Óli luttók fyri Hovedstadens Svømmeklub, men er sum kunnugt úr Havnar Svimjifelag. Hann og Alvi Hjelm úr Ægir hava í summar skift til hetta felag, nú teir eru farnir niður at lesa.

Úrslitalistarnir verða at síggja seinni í dag, her á copenhagenswim.com. Afturat Óla luttóku í øllum førum føroysku Alvi Hjelm, Frans Johannesen, Jon Hestoy og Oluffa á Høvdanum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.