Sponsorarnir droppa Lochte, og skemtararnir taka yvir

Ryan Lochte hevur nú mist sínar høvuðsstuðlar – Speedo, Ralph Lauren, Syneron Candela og Airweave – vegna gøluna í Rio.

Sum tey siga í hesum innslagnum niðanfyri, so er straffurin týðiligvís harðari fyri at lúgva, enn sum Phelps at verða tikin fyri at roykja hash og (seinni) koyra skít, ella sum Sun Yang og Yuliya Efimova at hava verið tikin fyri doping.

Og sum fyri at stroya salt upp á sárið, so verður hann nú upptikin av stórskemtarum sum Stephen Colbert og John Oliver.

Ger viðmerking