Svimjiundirvísingin í norskum skúlum verður nú betrað

Norska skúlaskipanin sjósetur nú eina røð av átøkum, til at betra um svimjiundirvísingina í yngstu skúlaflokkum. Millum annað verður ein roynd innførd sum við deilmálum skal kanna svimjiførleikan hjá næmingum frá fyrsta til fjórða skúlaflokk, umframt at lærararnir fáa bjóðað skeið í svimjing og lívbjarging.

svimjing-flot

– Kartlegging av lærernes kompetanse tyder på at det er behov for kompetansehevingstilbud til lærere som underviser i svømming. Et av de nye tiltakene er derfor svømme- og livredningskurs for kroppsøvingslærere, sier kunnskapsminister Torbjørn Røe Isaksen.

Ein nýggj heimasíða verður sett upp, har øll kunning um svimjiundirvísing í fólkaskúlanum verður savnað, millum annað við uppskotum til lærararnar um góða svimjiundirvísing, og við kunning um hvussu tey kunnu samstarva við frítíðarfelagsskapir og aðrar kommunur.

Ein stuðulsskipan uppá tilsamans 10 milliónir norskar krónur er sett á stovn, sum kommunur kunnu søkja burturúr til at betra um svimjiundirvísingina av serliga tilflytarum, og næmingum sum ikki duga ella hava havt møguleika at svimja. Hartil verða 25 milliónir norskar settar av til svimjiundirvísing í barnagarðum, soleiðis at kommunur og frítíðarsfelagskapir kunnu í 2016 kunnu fáa 1500 krónur fyri hvørt barn í aldrinum 4 til 6 ár.

Lesið her í Skolemagasinet.

Til søguna hoyrir fyri okkum føroyingar, at norsk skúlabørn longu nú hava í øllum førum líka góðar svimjiførleikar, sum tilsvarandi føroysk skúlabørn. Svimjisamband Føroya innførdi í 90-unum eina svimjiskúlaskipan sum byggir uppá ta norsku, og er tað hon sum í stóran mun er virkandi í Føroyum, bæði í svimjifeløgum og í fólkaskúlanum, við svimjimerkjum og so framvegis.

Ger viðmerking