Conger, Bentz og Feigen afturhildnir av løgregluni í Rio

SwimmingWorld Magazine skrivar nú víðari um søguna um Lochte og teir í Rio, at Jack Conger og Gunnar Bentz vórðu afturhildnir sum teir skuldu boarda flogfar út úr Brasil, og at Jimmy Feigen eisini er funnin og tikin av løgregluni í Rio, at avhoyra í sambandi við at teir skula hava verið fyri vápnaðum ráni. Ryan Lochte hevur hartil úttalað seg og broytt lutir í søguni, so at hann nú millum annað ikki skal hava fingið eina skambyrsu meddaða beint ímóti sær, men at vápnið heldur peikaði teirra veg.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.