Brasilska løgreglan leitar eftir Lochte og Feigen

Brasilska løgreglan leitar nú eftir amerikansku svimjarunum Ryan Lochte og Jimmy Feigen, við dómaraúrskurði at kunna inndraga teirra pass. Hetta í sambandi við hendingina tíðliga sunnumorgun, har teir søgdu seg hava verið ‘hildnir upp’ av ránsmonnum sum lótust at vera løgreglumenn. Ein video likin umvegis Daily Mail bendir tó á at teir vóru heilt avslappaðir tá ið teir komu aftur í olympiska býin, sunnumorgunin, við lutum sum vanliga høvdu verið stolnir undir slíkum umstøðum.

Sí CNN og Daily Mail

Ger viðmerking