Efimova kært avgerðina til CAS, at hon skal útilokast frá OL

Russiska Yuliya Efimova hevur valt at kæra avgerðina til ítróttarkærustovnin CAS, at hon skal útilokast frá OL í Rio. FINA kunngjørdi annars í gjár, at russiska olympiska nevndin hevði trekt hana frá OL, vælsagtans til at uppfylla krøvini frá IOC umvegis FINA.

Russiska tíðindastovan TASS endurgevur her Vladimir Salnikov, forseta í russiska svimjisambandinum, fyri at siga at tey eru kløkk av avgerðini um at m.a. Efimova skuldi útilokast, og at tey eru vælkomin at royna málið í CAS.

“Efimova, Krapivina, Lovtsova and Dovgalyuk are not on the list,” Salnikov said in an interview with TASS. “They all have the right to file appeals with the CAS [Court of Arbitration for Sport]. The absence of the swimmers at the issue is a very unpleasant surprise for our federation.”

Ruðulleikin er skjótt fullkomin, tí fordømini eru fleiri um at CAS gevur ítróttarfólkinum rætt, í sovorðnum førum. Tað er ikki ein mánaður síðani at Suðurkorea fekk kravboð frá CAS um at taka Tae-Hwan Park við til Rio, hóast tey høvdu avgjørt at útiloka hann, tí at hann í 2014 varð testaður positivt fyri anabolskar steroidur og tí fekk karantenu í 18 mánaðir.

Meginreglan tykist at vera, at um ein dopingdømdur hevur staðið sína karentenu, so hevur viðkomandi aftaná fullan rætt at kappast aftur. Áðrenn OL í 2012 kom taðtil skarpskeringar við vertirnar í Stórabretlandi, tí at bretska olympiska nevndin ynskti at útiloka teir av sínum sum høvdu eina forsøgu við doping.

IOC hevur áðrenn taðverið í CAS við síni sokallaðu “Osaka reglu”, sum skuldi krevja at dopingdømd ikki kundu luttaka á eftirfylgjandi OL, har CAS dømdi at hetta vildi verið ein órættvísur eyka dómur til íðkarar sum longu høvdu fingið og staðið sín straff. Og IOC valdi tí at droppa Osaka regluna, og í staðin leingja møguligan dopingdóm til fýra ár.

So tað er sum Craig Lord skrivar her á SwimVortex: “The IOC passed the ball to FINA, FINA passed the ball back to Russia and Efimova’s team, which passes the ball to CAS confident that, with Gatlin in goal, victory is assured.”

(Amerikanski rennarin Justin Gatlin nevndur tí athann eisini hevur verið í CAS).

Ger viðmerking