WADA kanning váttar prógv um stjórnarstýrda doping í Russlandi

Altjóða antidopingfelagsskapurin WADA kunngjørdi í dag sokallaðu McLaren rapportina, sum er ein óheft kanning av ákærunum um doping í Russlandi, nú aftaná skandaluna í frælsum ítrótti. Og tey siga at har eru prógv um statsstuðlaðari doping í nógvum russiskum ítróttargreinum, har tey til dømis í dopingeftirliti ísv farna vetrar-OL í Sochi nýttu serlig loynirúm til at býta um dopingroyndir frá russiskum íðkarum við reinar royndir. Russisk svimjing er eisini uppíblandað, har til dømis farna HM í Kazan verður nevnt. Nú er so stóri spurningurin, um Russland sum land verður útilokað frá OL í Rio. Les t.d. CBC Sports

Ger viðmerking