Nógv persónlig met eisini 2. dag á NMU 2016

Aftur í dag hava føroysku svimjararnir svomið væl í Tampere, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2016 verður fyriskipað. Eingi heiðursmerki ella met til okkum, hesuferð, men tó heilt nógv og flott persónlig met.

  • 400 frí gentur – Eyðrið Mortensen (2003), HS 4:49.52 (PM var 5:08.50) – Nr 12 av 17
  • 400 frí gentur – Alisa Vestergaard (2003), SuSvim 4:51.47 (PM var 4:52.74) – Nr 13 av 17
  • 400 frí gentur – Súsanna Tummasardóttir (2002), HS 4:54.65 (PM var 5:12.84) – Nr 15 av 17
  • 400 frí dreingir – Rókur Trygvason (2000), Ægir 4:33.11 (einki PM) – Nr 15 av 18
  • 400 frí dreingir – Johan N. Dam (2002), HS 4:33.48 (PM var 4:46.02) – Nr 16 av 18
  • 200 rygg gentur – Brynhild Johannesen (2002), SuSvim 2:42.14 (PM er 2:38.72) – Nr 15 av 15
  • 100 bringu gentur – Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir 1:21.50 (PM var 1:22.43) – Nr 17 av 18
  • 100 bringu gentur – Karin S. Midjord (2001), HS 1:22.68 (PM var 1:25.25) – Nr 18 av 18
  • 100 bringu dreingir – Rókur Trygvason (2000), Ægir 1:10.99 (PM er 1:09.93) – Nr 10 av 13
  • 100 bringu dreingir – Hugin Næs Lave (2001), SuSvim 1:14.63 (PM er 1:11.52) – Nr 12 av 13
  • 200 blandað dreingir – Rókur Trygvason (2000), Ægir 2:29.38 (PM er 2:25.32) – Nr 14 av 17

Sum heild hava tey svomið imponerandi gott, tá ið hugsað verður um at tey í so øgiliga nógvum førum lógu til at skula enda aftast, sambært startlistanum. Okkara royndir eru at svimjarar tá sjáldan klára bestu tíðir … men hesa ferð vóru hesar royndir tó í stóran mun gjørdar til skammar.

Ein komplettur úrslitalisti fer at síggjast her. Tey eru enn ikki liðug við síðstu liðsvimjingar.

Ger viðmerking