Heilt nógv persónlig met á NMU 2016

Hóast kappingin er hørð á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2016, so sóu vit nógv góð úrslit har í báðum stevnupørtunum í dag. Tað sær út til at allir svimjarar hava betra seg í onkrum, sum royndu seg í dag, og í fleiri førum eisini heilt nógv.

Í 800 frí svam Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag 10:04.26, har hennara besta tíð til nú var 10:46.10, frá FM á langgeil í vár. Hetta rakk til eitt 10. pláss av 11 luttakandi.

Í 1500 frí svam Johan N. Dam úr Havnar Svimjifelag 17:40.12, har hansara besta tíð til nú var 18:42.85, frá FM á langgeil í vár. Hetta rakk til eitt 6. pláss av 8. luttakandi.

Í 100 frí fyri gentur svumu Alisa Vestergård og Brynhild Johannesen úr Suðuroyar Svimjifelag ávikavíst 1:03.32 og 1:04.84, har teirra bestu tíðir til nú vóru ávikavíst 1:05.43 og 1:05.77. Hetta rakk til eitt 23. pláss og eitt 25. pláss av 27 luttakandi.

Í 100 frí fyri dreingir svam Rói Bech úr Suðuroyar Svimjifelag 1:00.08, har hansara besta tíð til nú er 57.55. Hetta rakk til eitt 23. pláss av 23 luttakandi.

Í 200 firvald svam Súsanna Tummasardóttir úr Havnar Svimjifelag 2:42.50. Hetta var eftir øllum at døma fyrstu ferð at hon royndi seg á langgeil í hesi grein. Hetta rakk til eitt 11. pláss av 11 luttakandi.

Í 200 bringu fyri gentur svumu Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir og Karin S. Midjord úr Havnar Svimjifelag ávikavíst 2:55.83 og 2:58.74. har teirra bestu tíð vóru ávikavíst 2:56.65 og 3:02.46. Hetta rakk til eitt 13. pláss og eitt 15. pláss av 16 luttakandi.

Í 200 bringu fyri dreingir svumu Rókur Trygvason úr Ægir og Hugin Næs Lave úr Suðuroyar Svimjifelag ávikavíst 2:33.71 og 2:39.86, har teirra bestu tíðir eru ávikavíst 2:30.48 og 2:34.61. Hetta rakk til eitt 10. pláss og eitt 15. pláss av 18 luttakandi.

Í 200 frí fyri gentur svumu Súsanna Tummasardóttir úr Havnar Svimjifelag, Alisa Vestergård úr Suðuroyar Svimjifelag og Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag ávikavíst 2:16.58, 2:21.51 og 2:21.54. Teirra bestu tíðir áðrenn hetta vóru ávikavíst 2:24.40, 2:22.62 og 2:30.45. Hetta rakk til eitt 19., 22. og eitt 23. pláss av 23 luttakandi.

Í 200 frí fyri dreingir svam Johan N. Dam úr Havnar Svimjifelag 2:11.01, har hansara besta tíð áðrenn hetta var 2:19:12. Hetta rakk til eitt 17. pláss av 17 luttakandi.

Í 100 rygg svam Brynhild Johannesen úr Suðuroyar Svimjifelag 1:11.32, har hennara besta tíð til nú var 1:12.58. Heta rakk til eitt 14. pláss av 17 luttakandi.

Í 50 frí fyri gentur svam Sólvá A. Sigurðsson úr Ægir 30.37, har hennara besta tíð til nú var 30.73. Hetta rakk til eitt 24. pláss av 24 luttakandi.

Í 50 frí fyri dreingir svam Rói Bech úr Suðuroyar Svimjifelag 25.23, har hansara besta tíð til nú var 25.38. Hetta rakk til eitt 12. pláss av 22 luttakandi.

Í 100 firvald svam Súsanna Tummasardóttir úr Havnar Svimjifelag 1:17.50, har hennara besta tíð til nú er 1:15.96. Hetta rakk til eitt 13. pláss av 13 luttakandi.

Føroysku svimjararnir luttóku eisini í øllum liðsvimjingum, og endaðu tá konsekvent aftast. Tað var væntandi, men valt til at fáa ungu svimjararnar at royna seg sum lið eisini.

Ger viðmerking