Sára 2:05.66 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarstevnuni í svimjing 2016 í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 2:05.66. Hon átti sjálv metini á 2:06.76, frá Reykjavík International Games í januar mánaða.

 

Ger viðmerking