Næsti dagur eisini fínur á EJM 2016

So er annar dagur á Evropeisku JuniorMeistarstevnuni í svimjing 2016 farin afturum bak, hvat føroyskari luttøku viðvíkur, og aftur í dag fingu vit góð úrslit. Sára setti føroyskt met og juniormet í 400 frí, og Jana og Marius forbetraðu seg óført.

Í 400 frí vóru tað tær tríggjar úr Føroyum sum luttóku. Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet við 4:22.79, í mun til hennara 4:24.20 frá SuSvim stevnu í januar, meðan Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir betraði seg frá 4:39.17 í mars til 4:34.87 nú, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam 4:30.52.

Í 200 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir teinin uppá 2:48.03, har hennara føroyska met og juniormet frá Reykjavík International Games í 2015 er 2:44.46.

Og í 1500 frí svam Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag seg sum tann triði føroyingur nakrantíð undir 16 minuttir, við at svimja teinin uppá 15:58.96, har hansara besta tíð til nú var 16:03.49 frá Danish Open í apríl mánaða.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.